Arabiskt (mál)

Article on other languages:

Arabiskt mál (arabiskt; الْعَرَبيّة, al-ʿarabiyyah ella bara عَرَبيْ ʿarabī), er í afroasiatiska málættin, semitiska greinin. Um 206 000 000 fólk tosa okkurt frábrigdi av arabiskum. Hóast standardarabiskt, sum er eitt tillagað frábrigdi av klassiskum arabiskum, er alment mál í arabiskum londum, eru tað vanliga bert fólk við góðari útbúgving, sum duga tað hampiliga væl. Koranin er skrivað á klassiskum arabiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá muslimum.

This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.