|
Article on other languages:
|
Mars er gongustjørna næst jørðini.
Lív á MarsÍ 1996 kunngjørdi NASA, at vísindamenn høvdu farveg eftir einføldum verðum, sum høvdu livað á Mars fyri mió. árum síðan. Hetta vórðu ørsmá samansett mynstur - møguliga steinrunnar leivdir av verum í lítlum petti av steini av Mars, funnin á Suðurkolli í 1984. Vísindamenn søgdu, at steinurin helst var slongdur burtur av gongustjørnini, tá ið ein stjørnusteinur datt niður á Mars fyri 15 mió. árum síðan. Enn er hetta ikki prógvað. Í 1997 gjørdi NASA eina roynd at fáa meira at vita um næstu grannastjørnu okkara. Í juli setti Pathfinder seg á Mars, og bilurin Sojourner koyrdi út úr sonduni at gera fyrstu jarðfrøði- og dustkanningarnar av reyðu gongustjørnuni. Í september fór Mars Global Surveyor eina ferð, sum vardi í tvey ár, at kortleggja gongustjørnuna, til tess at vita, hvar rúmdarfør kunnu seta seg í komandi tíðum.
More about Mars_(planet): living mars planet, mars planet red, exploration mars opportunity planet red roving spirit, colonizing mars planet, fact mars planet, information mars planet, mars picture planet, detective from mars planet rock story two, called mars planet red why, |
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.